Mentan

Nýggj áhugaverd frímerki frá Posta

...

2021-04-26 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Høvuðsevnini á nýggju frímerkjunum eru søga og djóralív, sum verða lýst við vøkrum myndum og tekningum.

Føroyar á søguligum kortum

Kortið, sum víst verður á smáarkinum er gamalt ??? heilt aftur frá 1578. Týski geografurin, Sebastian Münster, teknaði kortið við heitinum ???Septentrionales regiones???, sum varð prentað í verki hansara um landafrøði, ???Cosmographia???. Verkið kom út í 40 útgávum á seks ymiskum málum, og gjørdi Münster serlig kort til allar heimspartarnar. Kim Simonsen legði til rættis.

Lundin

Lundastovnurin er nógv minkaður seinastu áratíggjuni, og í 2017 settiIUCN(International Union for Conservation of Nature) lundan á reyðlistan yvir hótt fuglasløg. Mett verður, at tað í dag eru umleið 100.000 lundapør eftir í Føroyum, og tað eru bert nøkur fá prosent samanborið við lundastovnin fyri 300 árum síðan. Veðurlagsbroytingarnar síggja út til at hava stóra ávirkan á nebbasildina, sum er høvuðsføðin hjá lundapisunum.

Myndir: Thomas Vikre og Jógvan Hansen.

Neytahald í Føroyum

Frímerkini vísa á týdningin, sum kúgvin, og harvið mjólkin, hevði í føroyska bóndasamfelagnum. Ein kanning við tølum frá 1813 vísir at 45% av dagligu orkunýtsluni kom frá mjólk. Harafturat var mjólk eisini tað mest álítandi føðievni. Tað setur mjólkina og harvið kúnna í miðdepilin í upprunaliga føroyska samfelagsbúskapinum. Heilt fram til 1970???ini høvdu nógvar føroyskar familjur kúgv í kjallaranum, og ofta sást tað á børnunum, tá kúgvin hevði kálvað og húsarhaldið aftur fekk mjólk. Ole Wich legði til rættis.

Kongavitjan í 1921

100 ár eru liðin síðan Christian 10. kongur fyrstu ferð vitjaði í Føroyum. Hendan vitjanin var í juni 1921, tá kongurin saman við Alexandrinu drotning og synunum Fríðriki krúnprinsi og Knúti prinsi við skipi fóru úr Keypmannahavn á veg til Føroya. Í Føroyum varð nógv gjørt burturúr kongavitjanini.

Myndir: Gomul postkort

Les áhugaverdu greinarnar um frímerkini á www.stamps.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder