Vinna

Nýggi KLAKKUR er komin undir land norðanfyri

...

2014-01-20 03:21 Author image
placeholder

KLAKKUR kemur á Klaksvík umleið klokkan hálvgun tíggju mánamorgunin. Tað eru brøðurnir Bethuel og Líggjas Johannesen, sum hava keypt nýggja KLAKK.

KLAKKUR kom undir land norðanfyri fyrr í kvøld, teir liggja í løtuni tætt norður úr Borðoy. KLAKKUR hevur havt vánaligt veður á túrinum heim úr Norra.

KLAKKUR er systurskip hjá nýggja línubátinum EIVIND, sum er keyptur til Sandavágs fyri VENUS. KLAKKUR er tó longdur umleið fýra metrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder