Ítróttur

NUM 2014 byrjað

...

2014-07-04 22:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag byrjaði NUM - Nordisk Ungdoms Mesterskab - í Noregi.

Teitur Dalsgarð úr Vágaskoti luttekur í bólkinum Recurve Cadet Men. Eftir eitt sindur stravna byrjan við at skjóta ein klokkukláran 10-ara í grannaskivuna, sum gav 0 stig, og so nakrar trupulleikar við stronginum, so kom hann inn aftur í kappingina.

Teitur bleiv nr. 13 innleiðandi við 612 stigum.

http://ianseo.net/TourData/2014/726/IQRCM.php

Teitur kemur at møta nr. 20 í 1/16 útilokingini, vinnur hann, so kemur hann helst at møta nr. 4, sum skjýtur á sama støði sum vita hava sæð Teit skjóta til venjing. Vit bíðja spent.

Eisini er Teitur á blandaðum liði saman við einum dreingi úr Danmark, sum eitur Rasmus Brynning, og einari gentu úr Svøríki, sum eitur Clara Lindskog. Har eru tey á einum 9. plássi av 17 liðum við 1775 stigum. 16 lið fara víðari til 1/8 útilokingina. Her skulu tey møta nr. 8, sum er triðja liðið úr Danmark, sum fekk 1778 stig.

http://ianseo.net/TourData/2014/726/TQRC.php

Kelda: Bogaskjótisamband Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder