Tíðindaskriv:
Nú er tíð at nýskipa fiskivinnuna
Havnar Framburðsfelag hevði almennan fund um at nýskipa fiskivinnuna mikukvøldið 7. mai 2014. Fundurin varð streamaður á alnótini, og tí høvdu fólk høvið at fylgja við fundinum heima. ??tlandi verða framløgurnar eisini lagdar á heimasíðu Fólkafloksins.
Á fundinum gjørdist greitt, at um gjøld skulu verða løgd á vinnuna, má minsta kravið vera, at fiskivinnan fær tryggjar karmar við støðufesti og brúksrætti.
Í løtuni er vinnan í bíðistøðu, tí eingin veit, hvat hendir eftir 1. januar 2018. Hetta tarnar henni at leggja ætlanir og gera íløgur.
Á fundinum greiddi Bjarni Arnason, serfrøðingur í búskaparviðurskiftum hjá fiskivinnuni, frá ymsum uppskotum til nýskipan av fiskivinnuni, har ???opið hav??? og umsetiligar kvotur, stabilitetur og sterkur brúksrættur eru við til at geva mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum. ???Opið hav??? merkir, at ávísir skipabólkar og reiðskapur ikki verða avmarkaðir til ávísar leiðir.
Bert føroyingar búsitandi í Føroyum kunnu eiga skipini.
???Arnason modellið??? leggur upp til eitt ávist kilogjald, sum verður útroknað hvørt ár eftir metta, samlaða ársúrslitinum hjá viðkomandi veiðibólki. Hetta fremur effektivitet og loyvir vinnuni at gera nýíløgur umframt at leggja langtíðarætlanir.
Vit meta, at hetta útroknaða kilogjaldið er nógv betri enn verandi tilfeingisgjald, sum er tilvildarliga politiskt ásett.
Eisini meta vit, at modellið er betri enn ein uppboðssøla av fiskirættindum, sum hevði trýst prísin hagar upp, at eingin vinningurin hevði verið eftir til skipini, tá landskassin hevði fingið sítt.
Christian Andreasen, advokatur, greiddi millum annað frá, at har sum uppboðssøla av fiskiloyvum er roynd, er hon miseydnað. Eisini forðar tað nýggjum íverksetarum í fiskivinnuni, at fiskiloyvi ikki kunnu veðsetast, tí bert teir kapitalsterkastu kunnu vera við, um veðseting ikki er loyvd.
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, legði fram ymiskt úr einum uppskoti um nýggja fiskivinnulóggávu, sum hann fyri meir enn einum ári síðan hevur lagt fyri samgonguflokkarnar, ið ikki hava svarað enn.
Jørgen Niclasen dró á sama bógv sum Bjarni, Christian og Jacob, at fiskivinnan skal hava góðar og víðar karmar, har fiskivinnan kann skipa seg sjálva, uttan ov nógva uppílegging frá politisku skipanini.
Vit í Havnar Framburðsfelag vóna, at samgongan kann seta ferð á arbeiðið at nýskipa fiskivinnuna.
Vinnan kann ikki bíða longur, tí óvissan økist fyri hvønn dag, sum vit nærkast 1. januar 2018.
Vónandi kann ein nýskipan geva enn størri virðisøking í Føroyum, so at fiskivinnan framhaldandi verður trygt grundarlag undir vælferðini her á landi.
Vinarliga
Jógvan Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald