N?? ER TALIÐ KOMIÐ UPP Á 5.264 HARUR FYRI 2017
Talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í 2017 kvinkar spakuligar uppeftir. Nú er samlaða talið av skrásettum harum komið upp á 5.264 harur, sum eru skotnar á 621 túrum kring landið. Hettar 78% fleiri harur enn í 2016, tá samlaða talið var 2.950 harur.
Eisini túratalið í 2017 er hægri. Higartil eru skrásettir 621 túrar, samanborið við 451 túrar í 2016.
Enn eru tað tó fleiri, sum ikki hava skrásett veiðuna. Tá øll tølini eru innkomin, man samlaða talið fyri 2017 fara at nærkast teimum 6.000 harunum.
Eg fari tí at heita á teir, sum enn ikki hava skráseta tølini um at gera tað, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2017.
Samlaða haruveiðan í Føroyum árini 2012 til 2017. Tølini fyri 2017 eru tó bara fyribils
(9. januar 2018) tí tað enn eru fleiri, sum ikki hava skrásett túrarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald