Vinna

Nú er Hvalbiartunnilin boðin út

...

2018-12-20 16:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú er Hvalbiartunnilin boðin út 

Eftir at Landsverk í september í ár bjóðaði arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at bjóða upp ábygging av nýggja Hvalbiartunlinum, er nú komið so mikið langt, at prosjektið er klárt at bjóða út. 

Trý feløg sleppa nú at bjóða upp á hesa spennandi uppgávu, og undangóðkendu fyritøkurnar eru J&KPetersen, NCC og samtakið Articon/LNS. 

Hesar fyritøkurnar hava í dag fingið boð frá Landsverki í dag um at lata inn tilboð upp á arbeiðið at byggjanýggja Hvalbiartunnilin. Tilboðini skulu vera Landsverki í hendi í seinasta lagi 25. januar 2019.

 ???Verandi Hvalbiartunnil frá 1963 er elsti vegatunnil í Føroyum, og hann var eitt risaframstig tá í tíðini -tað fer nýggi Hvalbiartunnilin eisini at verða???, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður. 

Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verðagjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frátunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. 

Sambært verklagslógini eru byggiútreiðslurnar ásettar til í mesta lagi 272 milliónir krónur, tað skrivar Samferðsluráðið í kunningarskrivi til miðlarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder