Politikkur

Norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir umrøtt ávirkanina av veðurlagsbroytingum á ferðandi fiskastovnar

...

2014-06-24 04:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Árligur fundur var seinastu viku millum fiskimálaráðharrar og umboð teirra úr ES, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Kanada, Noreg og Russlandi. Grønland var vertur fyri fundinum, sum varð hildin í Ilulissat 17- 19. juni. Evnið á fundinum var um avleiðingar, sum veðurlagsbroytingar hava fyri serliga ferðandi fiskastovnar í Norðuratlantshavi.

Broytingar í veðurlagnum hava stóra ávirkan á fiskastovnarnar í Norðuratlantshavinum. Á fundinum varð serstakliga víst til broytingarnar í útbreiðsluni av uppsjóvarfiskastovnum, sum hava verið eyðsýndar seinastu árini og avbjóðingarnar, ið tær hava fyri burðardygga umsiting av hesum stovnum. Ásannað varð, at tørvur er á at tillaga mannagongdirnar í samstarvinum fyri umsiting av felags fiskastovnum at taka hædd fyri broytingunum.

Ráðharrarnir løgdu dent á, at samskipa átøk innan gransking og eftirlit við veðurlags­broytingum eiga at verða raðfest, og at vísindaliga ráðgevingin skal taka hædd fyri tí ávirkan, sum veðurlagsbroytingar hava á fiskastovnar. Skal hetta eydnast til fulnar, er tørvur á samstarvi millum granskingarstovnar, myndugleikar og fiskimenn at fáa til vega neyðuga vitan.

Ein slíkur fundur er eisini eitt gott høvi at umrøða ymisk mál við tey einstøku londini. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevði sínámillum fundir við fiskimálaráðharrarnar úr Íslandi, Noreg og Russlandi, har mál og viðurskifti av felags áhuga vórðu viðgjørd.

ES verður vertur fyri fundinum í 2015.

Her er almenna frásøgnin frá fundinum.Open this document with ReadSpeaker docReader

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder