2020-08-07 15:05
KVF.fo skrivar:
Stóri árabáturin úr Sandvík hevur bæði verið brúktur til fiskiskap, grindaflutning og kappróður, umfamt at hann hevur flutt stór djór úr Stóru Dímun.
Seksæringurin Norðlýsið hevur øll 127 árini havt heimstað í Sandvík. Í mong ár hevur hann staðið í neystinum, men nú er hann settur í góðan stand, so nýggj ættarlið kunnu fáa gleði av honum.
Hesar seinastu níggju mánaðirnar hevur Norðlýsið staðið á Tvøroyri, har Johan Olsen, bátabyggjari, hevur høvuðsumvælt hann. Og formaðurin í Fornminnisfelagnum í Hvalba, Manne Næs, segði í samrøðu við Góðan morgun Føroyar, at ætlanin er at flota bátin aftur í komandi viku.
Manne sigur, at áhugin hevur verið stórur at stuðla tiltakinum, tí felagið hevur fingið stuðlar bæði úr Sandvík og Hvalba og eisini norðanfjørðs, umframt stuðulin frá Tjóðsavninum og Lions Club Suðuroy.
-Hetta hevur verið ein serliga spennandi uppgáva, sigur Johan Olsen, bátabyggjari. Hann sigur, at hann hevði ikki droymt um, at ein so gamal bátur skuldi vera so frískur sum hann er.
Hans Jacob á Løðhamri í Vági, sum doyði í góðum árum, hevur smíðað Norðlýsið. Johan sigur, at tað er serliga áhugavert at síggja hvussu gott handverkið er. Og teir flotaðu hann ein dag herfyri og hann uppførdi seg sera væl í sjónum, bæði við segli og sum árabátur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald