Vinna

Norðingur skal landa svartkjaft í Kollafirði

...

2018-04-24 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðingur siglir inn av svartkjaftafeltinum, teir hava 1.050 tons, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, Norðingur verður á Kollafirði um 8-tíðina í kvøld.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at nógvur svartkjaftur er at síggja sunnanfyri, skipini royna tey flestu suður av Føroya Banka.

Í løtuni landar Borgarin í Kollafirði, teir verða liðnir seint í nátt og tá sleppir Norðingur framat.

Á Faroe Pelagic verður svartkjafturin heilfrystur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder