2018-03-23 14:53

Norðingur og Høgaberg sigla heim fullfermdir av svartkjafti.
Norðingur verður í Ánunum tíðliga í nátt, har teir fara at bíða eftir landingartørni, teir skulu landa kl. 6 sunnumorgunin til Havsbrún.
Høgaberg verðr inni tíðliga leygarmorgunin, teir skulu landa aftaná at Norðingur hevur landað.
Skipini byrjaðu fiskiskap í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, men fluttu í ES-sjógv og gjørdu túrin lidnan har.
Tá ið farið verður nýggjan túr fara tey helst í føroyskan sjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald