Vinna

Norðingur landar svartkjaft í Fuglafirði

...

2018-02-26 14:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðingur, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestur úr suðurendanum á Írlandi, kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun við 1.500 tonsum, sum teir landa til Havsbrún, teir verða liðnir at landa seint í kvøld.

Fleiri føroysk skip eru á leiðini har Norðingur royndi, vit hava beint nú tosað umborð á Næraberg, teir hava uml. 2.800 tons inni og rokna við at sigla heim mitt í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder