Vinna

Norðborg siglir inn fullfermd

...

2014-01-12 19:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg fór í nátt at sigla inn fullfermd. Teir hava 1.330 tons av frystum og haraftur at hava teir fullar tangar - uml. 400 tons, sum verður landað til Havsbrún í Fuglafirði.

Norðborg fer fyrst á Fuglafjørð at landa tað, sum er í tangunum, eisini skulu teir bunkra á Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði um 18-19-tíðina í kvøld.

Í morgin verður farið í Ánirnar, har tann frysta veiðan verður landað, teir verða í Ánunum til arbeiðstíð í morgin.

Les eisini: Jupiter landar svartkjaft á Tvøroyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder