Vinna

Norðborg og Christian í Grótinum sigla inn

...

2013-09-22 22:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg og Christian í Grótinum sigla inn. Teir byrjaðu fiskiskap leygardagin fyri 8 døgum síðan, teir hava roynt á uml. 63N og 1V.

Christian í Grótinum kemur í Ánirnar í kvøld, teir hava góð 500 tons, harav eini 30 tons eru sildafløk og restin er heysaður makrelur.

Norðborg skal landa í Fuglafirði, teir koma á Fuglafjørð seinnapartin í morgin. Norðborg hevur 1.130 tons av frystum, harav 550 tons er heysaður makrelur og 580 tons er heilfryst, harafturat hava teir góð 100 tons av mjøli og 150 tons av lýsi.

Jón Rasmussen skipari á Norðborg sigur, at fabrikkin hevur verið í gongd alla tíðina, so tað hevur ligið væl fyri. Makrelurin hevur góða stødd - uml. 430-440 gramm í meðal.

Trýst her og les at Jupiter siglir inn við 1.350 tonsum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder