Norðborg og Christian í Grótinum fóru í nátt at sigla inn.
Christian í Grótinum verður á Fuglafirði eftir middag, har teir fara at lossa slógv til Havsbrún, eisini verður bunkrað á Fuglafirði. Í kvøld landar Christian í Grótinum í Ánunum, teir hava tilsamans 650 tons av frystum, harav uml. 220 tons er sildafløk og 430 tons er heysaður makrelur.
Norðborg kemur á Fuglafjørð í kvøld, lýsið verður pumpað upp í Fuglafirði, Norðborg bunkrar eisini í Fuglafirði.
Seinnapartin í morgin ella móti kvøldi, kemur Norðborg í Ánirnar, har teir skulu landað, teir hava tilsamans 1.250 tons av frystum, harav 430 tons eru sildafløk og 820 tons er heysaður makrelur.
Vit tosaðu við stýrimannin - Jógvan Isaksen - fyri løtu síðan, hann sigur, at tað er nógv sild at síggja, fiskurin er í góðum standi og batnar fyri hvønn dag ið gongur
Norðborg og Christian í Grótinum fara helst nýggjan túr hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald