2013-08-29 21:51
Norðborg og Christian í Grótinum hava gjørt ein skjótan túr, teir hava roynt í smá 8 døgn og eru báðir fullfermdir.
Vit tosaðu við Christian Martin Rasmussen, sum hendan túrin er við Norðborg, hann segð,i at tað sær gott út, í morgun var nógvur makrelur at síggja, teir vóru tá staddir á uml. 64N og einar 10 fj. vestur frá norska markinum. Støddin liggur um 370 gramm, fiskurin er í góðum standi.
Christian í Grótinum landar í Ánunum í morgin. Norðborg fer fyrst á Fuglafjørð, har teir skulu pumpað lýsið upp til Havsbrún, teir hava útvið 300 tons av lýsi, Norðborg bunkrar eisini á Fuglafirði. Fyrrapartin leygardagin verður Norðborg í Ánunum, har teir landa veiðuna.
Sunnukvøldið ella mánanáttina verður farið nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald