Vinna

Norðborg og Christian í Grótinum báðir fullfermdir

...

2013-10-27 18:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg og Christian í Grótinum, sum hava roynt norðanfyri í føroyskum og altjóða sjógvi, eru báðir fullfermdir av stórari og góðari sild, teir hava roynt millum 65 og 66N.

Christian í Grótinum landar í Ánunum, teir byrjaðu í morgun og hava 650 tons.

Norðborg skal landa í Fuglafirði, tí goymslurnar eru fullar í Ánunum, teir koma á Fuglafjørð kl. 16 í dag, har teir fyrst bunkra og byrja so at landa í kvøld. Norðborg hevur um 1.000 tons av sild og 270 tons av makreli.

Skipini fara nýggjan túr mánakvøldið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder