2018-12-14 15:21

Norðborg, sum hevur verið til makrelfiskiskap í ES-sjógvi - vestur úr Hetlandi, hevur sett kós móti Føroyum, teir hava fitt av makreli í tangunum, sum skal frystast, áðrenn teir koma inn at landa mánadagin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð við skiparan - Jón Rasmussen - fyri løtu síðan, hann segði, at teir mettu, at tá ið teir koma í Ánirnar mánamorgunin, so hava teir 1.250 tons av frystum í lastini, umframt mjøl og lýsi. Teir fara um vikuskiftið at liggja norðanfyri, fyri at fáa fryst tað teir hava í tangunum.
Jón segði, at teir hava okkurt viðlíkahaldsarbeiðið, sum skal gerast, áðrenn teir fara nýggjan túr, so skipið kemur at liggja frá nú til eftir jólahalguna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald