Vinna

Norðborg landar í Ánunum seinnapartin í dag

...

2018-03-05 09:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg skuldi koma á Fuglafjørð nú um 9-tíðina í morgun, har skulu teir koyra lodnunótina í land hjá Vónini, seinnapartin skulu teir landa í Ánunum, Norðborg hevur 885 tons av heilfrystari lodnu, teir hava nú fiskað lodnukvotuna.

Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, veðrið hevði verið ruskut í gjár, men var frægari í gjárkvøldið. Jóhan Isaksen stýrimaður segði, at teir tá ið liðugt var at landa, skuldu rigga av, tí Norborg skuldi á Skála til ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið, stýrimaðurin segði, at tað helst kom at taka einar 14 dagar.

Jóhan Isaksen roknaði við, at teir ikki fóru á svartkjaftin, fyrrenn svartkjafturin kom í føroyskan sjógv, t.v.s. at teir helst ikki fara avstað aftur fyrrenn eftir páskiir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder