Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

....

2014-03-09 01:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tey flestu svartkjaftaskipini komu inn í gjár og hava landað í Fuglafirði. Í dag kom Norðborg á Fuglafjørð har teir pumpa 150 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún - Næraberg kom á Kollafjørð seinnapartin í dag.

Norðborg skal landa í Ánunum í morgin, teir hava 1.260 tons av frystum, eisini hava teir eini 70 tons av mjøli.

Vit tosaðu við skiparan Jón Rasmussen fyri løtu síðan. Hann sigur, at teir mánadagin fara i dokk á Skála, har ymiskt viðlíkahald skal gerast, Jón roknar við, at tað kemur at taka einar 10 dagar - víðari segði hann, at skipið nú verður 5 ára gamalt og tí er altíð okkurt, sum skal eftirhyggjast.

Jón Rasmussen roknar við, at teir verða klárir at fara til fiskiskap aftur um 14 dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder