Vinna

Nógvur smáfiskur at fáa á merkingartúrinum

...

2013-10-08 21:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ongantíð hesi seinastu 15 árini hevur so nógvur smáfiskur verið fingin á merkingartúrinum í september/oktober. Vanliga liggur talið á smáfiski (< 40 cm) um 1-2 % av teimum merktu toskunum eystanfyri, meðan í ár var tað heilt uppi á 10%.

Ein skuldi trúð, at hetta boðaði frá góðari tilgongd av smáfiski til fiskiskapin komandi árini, men soleiðis nýtist tað ikki at verða, tí einki samsvar er millum smáfisk á merkingartúrinum og tilgongd til toskastovnin.

Hinvegin er nógv av smáfiski at fáa á merkingartúrinum, tá toskastovnurin er lítil, og øvugt. Hetta bendir á, at smáfiskurin torir ikki at koma út frá landi, tá nógvur toskur er til.

Les túrfrágreiðingina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder