Bátafestivalurin hevur okkurt til øll, og sjálvandi er eisni nógv til børnini. Fleiri av ymisku barnatiltøkunum byrja, tá bátarnir leggja at í bátahylinum um 13-tíðina.
Hoppiborgir eru altíð eitt hitt hjá børnunum, og í ár kemur Tatanka við fleiri ymiskum hoppiborgum, har onkur spennandi hoppiborg verður at prøva.
Andlitsmáling dáma børnum sera væl, og møguleiki verður fyri at verða málaður í tjaldinum frá klokkan 13.00.
Sum nakað nýtt verður eitt minni tjald sett upp til børnini. Í tjaldinum verður ymiskt lekkurt, ið børnini kunna keypa sær at eta. Tey kunna tildømis keypa sær vaflur, vattís og mangt annað.
Fyri tey minstu er skattaveiða saman við sjónrænarum kl.14.30. Skattakortið verður tikið fram, og sjónrænararnir fara at leiða børnini gjøgnum ein spennandi gongutúr á bátafestivaløkinum fyri at finna skattin.
Vælkomin á Bátafestival á Toftum
Fyrireikararnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald