2013-09-05 17:03
Tey seinastu árini eru nógv sethús bygd í Sørvági. Góða gongdin heldur fram, í løtuni eru eini 5 hús í gerð umframt 5 raðíbúðir, eisini spyrja fólk eftir grundøkjum, segði Erik Davidsen frá Sørvágs kommunu, tá ið vit í morgun tosaðu við hann. Kommunan hevur í løtuni eini 4 grundøkir tøk, sum kunnu byggjast á.
Sp/f Sørvágs Snikkaravirki byggir 5 raðíbúðir fyri Bústaðir í Sørvági.
Íbúðirnar verða bygdar á Billubønum, mitt í býgdini, og hava gott útsýni yvir bygdina og sandin.
Íbúðirnar verða uml. 85 m² til støddar, umframt ein lítlan hjall/úthús.
Allar íbúðirnar eru egnaðar til fólk í koyristóli, og tær verða innrættaðar soleiðis: køkur og stova, hjúnarkamar, sovikamar, gangur og baðirúm.
Íbúðirnar eru sera orkuvinaligar, og uppfylla øll krøvini í BR10 byggiásetingini.
Arbeiðið er farið í gongd og eftir ætlan standa íbúðirnar lidnar seinast í mars 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald