Vinna

Nógv arbeiði á MEST

...

2014-01-23 16:09 Author image
placeholder

 Á skipasmiðjuni MEST hava teir úr at gera, vit tóku hesa myndina týsdagin, har Sjúrðaberg stendir á bedingini í Havn, eisini stendur Tinganes uppi.

Smyril, sum skal skifta motor, kom á Havnina týsdagin og Nærabeg liggur eisini til umvælingar í Havn.

Á Skála liggur Enniberg, sum helst verður klárur um 4 vikur, á Skála stendur Vesturleiki í dokkini og Skúgvur er á bedingini á Skála - so hjá MEST hava teir úr at gera.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder