JN

Nøgdir av burturkasti seta met ??? IRF megnar ikki at brenna undan

...

2017-10-25 11:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ongantíð áður í søguni hjá IRF eru so stórar nøgdir av burturkasti komnar inn. Í seinastu viku fekk IRF 718 tons at brenna. At samanlíkna við, brennur IRF vanliga 18.000 tons pr. ár.

Nøgdirnar eru so stórar, at vit í løtuni ikki megna at brenna undan. Ovnurin á Brennistøðini hjá IRF brennur umleið 60 tons pr. dag. Í seinastu viku fekk IRF 102 tons inn pr. dag.

Í løtuni kann tað tí verða trupult at sleppa av við burturkastið, hjá bæði vinnu og kommunum runt um í landinum, tí allar goymslur eru fullar, frá norðast til sunnast.

Støðan er íkomin av met høgu nøgdunum av burturkasti í ár, samstundis sum IRF hevur havt nógvar tekniskar trupulleikar av gamla ketlinum, sum verður útskiftur komandi vár. Harafturat hevur IRF skerdan møguleika at lata burturkast til brenningar hjá KB í Tórshavn, tí Brennistøðin í Tórshavn hevur verið rakt av eldi og tekniskum brekum seinastu mánaðirnar.

Vit vóna, at fólk bera yvir við hesa serstøðu, IRF er komið í, og vísa tolsemi móti starvsfólki okkara, sum gera alt tey eru ment at hjálpa kundum okkara.

Leiðslan hjá IRF arbeiðir við at finna eina loysn, til at lætta um støðuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder