JN

Kvívíkar Kommuna hátíðarheldur 100 ár sum sjálvstøðug kommuna, tann 14. Sept. - 15 Sept.

...

2013-09-07 15:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kommunan er samansett av bygdunum Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur.

Kommuna hevur valt at hátíðarhalda dagin á ymiskan hátt, soleiðis at m.a. áhugabólkar í sóknini hava høvi til at sjónliggera sítt virksemi.

Kommunan bjóðar m.a . til felags morgunmat leygarmorgunin kl. 09 -10:30

Síðani ganga bygdarráðslimir, skótar og onnur skrúgongu frá skóthúsinum til sjálva setanina av hátíðarhaldinum, sum verður við minnisvarðan hjá IPG.

Haðani frá verður fari fram á Grækarisatrøð , har fyrstu 100 trøini verða gróðursett í nýggjari viðarlund .

Ymisk menturarlig tiltøk eru á skránni, har litið verður aftur í tíðina, umframt at nútíðin eisini fær rúmd í m.a. stásiliga skúlanum og barnagarðinum Áarlon.

Listarfólk við tilknýti til bygdina hava framsýningar.

Poul Hansen kemur at greiða frá ætlana víkingagarðinum.

IPG- Grunnurin kemur at greiða frá sínum ætlanum, í Gamla Pakkhús verður høvið at sýggja nakrar av lutunum, sum vórðu funnir í víkingaútgrevstrinum, umframt annað forvitnisligt, sum fornminnisfelagið eigur.

Og høvi verður hjá áhugaðum at spæla tað ??? í Kvívík ??? so vælkenda kortspælið stýrivolt í nýumvældu Frøishøllini. Forvitnisligt afturhvarv yvir fólkalív seinatu 100 árini verður somuleiðis á skránni.

Bygningar hjá kommununi so sum kommunuskrivstovan, brandstøðin v.m. eru opnir, har høvi er at síggja ymiskt forvitnisligt.

Ein røð av myndum, savnaðar inn til høvi, verður víst, í uttandura dias-show´ið á stórskýggja og verður víst seinna partin av degnum og út á kvøldið.

Skótarnir og Bygdafelagið Glæman selja mat og drykkivørur ígjøgnum dagin, ávikavist við skótahúsið Niðri á Sandi og í bygdarhúsinum Glæmuni.

Kendu sjónleikarnr Ria og Súsanna Tórgarð, sum slitu sínar barnaskógva á Kirkjuteigi, koma at framføra í ???Skemtiligir stubbar???, í Amfi-skálanum í skúlanum.

Atgongumerkjum kunnu keypast í forsølu á kommunuskrivstovuni týskvøldið og mikukvøldið frá kl.19:00 ??? 21:00, - ella við at ringja á tlf. 772.400, (somu tíðir) - og samstundis flyta peningin á knt. 6460-000.392.046.3. ??? Kostnaður einans 100 kr.

Eisini verður føroyskur dansur í Frøðishøllini.

Kl. 23:00 verður felagssangur, aftaná verður miðnáttarrøðan hildin av Petur Jákupsson (Piddi á Skælingi)

Eisini verður skipa fyri dansi í Glæmuni, har Show-menn spæla.. Kostnaður einans 100 kr.

Flestu framsýningar og ???opið hús??? tiltøkini verða opin aftur seinnapartin sunnurdagin. ( 15:00 ??? 17:30)

kl. 18:00 verður guðstænasta við Theodor Eli Dam Olsen, har Tórshavnar Mannskór luttekur. Møgulig eykasýning hjá Súsonnu og Riu verður seinni sunnukvølidð.

Bygdaráðið vónar og væntar at síggja verandi og fyrrverandi sóknarbørn,- eins og onnur eisini skulu vera hjartaliga vælkomin til haldið.

Stóra skráin fyri vikuskifti sæst á www.kvivik.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder