2016-10-03 21:02
Nevndin, sum varð sett at skriva eitt álit um nýggja fiskivinnuskipan, mælir til eina røð av broytingum og tillagingum í mun til verandi fiskivinnuskipan. Broytingar innan m.a. stovnsrøkt og útluting av fiskirættindum kunnu tryggja fiskivinnuni neyðugar, burðardyggar karmar.
Í dag, 3. oktober, handar nevndin landsstýrismanninum í fiskivinnumálumálitið um nýskipan av fiskivinnuni. Nevndin fer víða um og viðger flestu týðandi tættir í føroysku fiskivinnuni.
- Tørvurin á einari nýskipan er stórur. Hóast tað er ósemja í Føroyum um útlutingina av fiskiloyvum, eruallir partar á einum máli um, at stórur, samfelagsligur vinningur er í einari nýskipan innan fleiri øki í fiskivinnuni. Nevndin hevur lagt til merkis, at bæði vinnan sjálv og partarnir kring vinnuna síggja ótroyttar møguleikar fyri at menna fiskivinnuna enn meira, sigur Johnny í Grótinum, formaður í nýskipanarnevndini.
Nevndin hevur lagt dent á at lýsa hvørt øki sær og hevur gjørt tilmæli um broytingar og tillagingar, sum kunnu virka fyri eini varandi fiskivinnunýskipan, har vit raðfesta burðardygd. Høvuðstilmælini eru hesi:
- Fyri at fáa sum mest burtur úr fiskiríkidøminum, mugu fiskastovnarnir røkjast og gagnnýtast burðardygt. Vit eiga ikki at taka meira úr fiskastovnunum, enn teir tola fyri at kunna endurnýggja seg. Tí mælir nevndin til at uppraðfesta havrannsóknir og gransking av lívinum í sjónum kring Føroyar.
- Í skipanini av fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi mælir ein meiriluti í nevndini til, at ein skipan við hámarksveiðu og kvotum frameftir verður høvuðsamboðið í øllum fiskiskapi.
- Nevndin mælir til at allur fiskiskapur eftir botnfiski í føroyskum sjógvi verður skipaður í umsitingarætlanir við veiðireglu, sum setir karmarnar fyri áseting av hámarksveiðu yvir longri áramál. Ein umsitingarætlan er ein politisk langtíðarsemja um at fyrisita fiskastovnar.
- Nevndin mælir til, at verandi fyritøkur, sum lutvíst hava útlendskar eigarar í samsvari við galdandi lóggávu, fáa eina skiftistíð at laga seg til broyttu umstøðurnar, tá útlendskir eigarar skulu úr fiskivinnuni.
- Nevndin metir tað hava stóran týdning, at uppboðssølan av fiskirættindum ikki darvar íløguhuginum og virkseminum annars í fiskivinnuni. Nevndin mælir til at leggja uppboðssøluna soleiðis til rættis, at hon hevur fyrilit fyri teimum váðum, sum liggja í at reka fiskivinnuvirksemi í tann mun, hetta letur seg gera. Ein møguleiki er at útluta loyvir við langari gildistíð, (t.d. 10 ár). Somuleiðis ber til at luta út 1-árs loyvir og at geva vinnufyritøkum ein forkeypsrætt til ávísan prosentpart av kvotum, sum fyritøkan hevði ræði á árið frammanundan.
- Nevndin hevur viðgjørt ymisk tiltøk, sum kunnu tryggja, (a) at føroyskt fiskatilfeingi í størri mun verður virkað í Føroyum, og (b) at størri partur av fiskatilfeinginum kemur til lands. Við tí í hyggju at fáa alt av fiskinum til lands metir nevndin tað vera týdningarmikið at fara undir eina tilgongd saman við vinnuni, har mett verður um, hvussu ásettu málini kunnu røkkast. Tíðarfreist eigur at verða sett fyri, nær málini skulu vera rokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald