Eysturkommuna:
Nevndin í Nordisk Ministerråd var á vitjan í Eysturkommunu seinnapartin í dag. Gestirnir hugdu eftir og vórðu kunnaðir um jarðhitaverkætlanina í Leirvík, sum Nordisk Ministerråd er við til at fíggja.
Nevndin vitjaði fyrst í býráðshúsinum, har Demich hevði framløgu um verkætlanina. Síðan varð farið til Leirvíkar at hyggja eftir, hvussu arbeiðið er sett upp.
Arbeiðið at bora verður liðugt í næstu viku, og síðan verður byrjað at grava fyri at leggja vatnleiðingar frá boraðu holunum til skúlan og niðan til Giljagarð. Í hesum sambandi gravaði Per Martin fyrsta bøkkin í dag.
Talan er um eina grøna intelligenta upphitingarskipan, ið kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald