2018-05-03 07:03
???Ein Dagur á Grynnuni??? stovnaður sum grunnur. Tiltakið ???Ein Dagur á Grynnuni??? er í dag partur av einum nýstovnaðum ikki-vinnurekandi grunni. Endamálið við hesum grunnið er, at virka fyri útbreiðan og kunning um føroyskt fiskatilfeingi. Stigtakarirnir, ið eisini manna fimmmanna nevndina, eru: Hávarður Enni, Bogi Andreasen, Kári Sørensen, Birgir Enni og Mikael Viderø.
Stigtakararnir eru spentir at fara undir arbeiðið at menna tiltakið. Fyrst fyri hjá nýggju nevndini liggur Ein Dagur á Grynnuni tiltakið, sum verður nú leygardagin 5. mai í Tórsgøtu, Vágsbotni og undir Bryggjubakka frá kl 10-17, og er nevndin sera spent at taka ímóti vitjandi.
Meira kunning um tiltakið fæst á Facebook siðuni, ???Ein Dagur á Grynnuni???.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald