Irdi Lið Gaardlykke og Bjarni Beder eru nýggj í nevndini hjá Føroya Pedagogfelag eftir aðalfundin í dag.
Føroya Pedagogfelag hevur havt aðalfund á Hotel Føroyum í dag, og har varð samansetingin av nevndini broytt.
Irdi Lið Gaardlykke úr Miðvági varð vald í nevndina sum hjálparfólkaumboð í eitt ár fyri Jannie Sofíu í Skálum úr Havn.
Jannie Sofía í Skálum hevði sagt seg úr nevndini eitt ár áðrenn, hennara skeið var úti, tí hon afturat sínum arbeiði lesur til námsfrøðing og tískil ikki hevur stundir til nevndararbeiði.
Ein annar nevndarlimur, námsfrøðingurin Wenzel Olsen av Toftum, hevur tikið farloyvi frá nevndararbeiðnum, og tí skuldi hansara sessur mannast av tiltakslimi.
Tiltakslimirnir hjá Pedagogfelagnum verða valdir hvørt ár, so ikki sørt av spenningi var um hetta valið í ár, tí tað frammanundan var greitt, at fyrst valdi tiltakslimurin kom beinleiðis í nevndina fyri Wenzel Olsen.
Og tað var Bjarni Beder, námsfrøðingur úr Havn, ið varð fyrst valdur tiltakslimur og tískil eisini nýggjur nevndarlimur.
Næst valdi tiltakslimur er Marjun Petersen, námsfrøðingur úr Klaksvík, og Oda Dalfoss, hjálparfólk úr Sørvági er triði tiltakslimurin.
Hini í nevndini eru Maud Wang Hansen, forkvinna, Jógvan Philbrow, næstformaður, og Elin N. W. Tausen.
Umleið 280 av teimum okkurt um 1900 virknu limunum í Føroya Pedagogfelag vóru við á aðalfundinum, tað skrivar Føroya Pedagogfelag á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald