Vinna

Navnið er Sjóvinnuhúsið

...

2013-11-05 20:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggi vinnubygningurin hjá Tórshavnar havn hevur fingið heitið Sjóvinnuhúsið.

 
Fyrst slapp borgarin framat. Eftir fáum døgum fekk Tórshavnar kommuna hálvtannað hundrað uppskot frá borgarum um heitið til nýggja vinnubygningin á Vestaru Vág. Ein bólkur hevur hugt nærri at øllum nøvnunum, og hevur valt navnið Sjóvinnuhúsið.

Ikki færri enn seks ymisk fólk skutu upp, at umvældi bygningurin skal eita Sjóvinnuhúsið. Tí gjørdist avgerðin at finna rætta navnið ikki so trupul.

- Sjóvinnuhúsið fer at húsa smáum og stórum fyritøkum, ið hava eitt hvørt við sjógvin at gera. Tí er tað umráðandi hjá okkum, at sjógvurin er sjónligur í navninum. Vit halda, at tað er týdningarmikið, at navnið lýsir virksemið í bygninginum heldur enn at vera so stutt ella smart sum gjørligt, sigur Annfinn Hjelm, vinnusamskipari hjá Tórshavnar havn.

At navnaátakið eisini greitt vísti, at fleiri fólk ynskja júst navnið Sjóvinnuhúsið, gjørdi uppgávuna at velja navn enn lættari, leggur Annfinn Hjelm aftrat. 

Nógv størv í kommununi hava samband við sjógvin, og nógvar inntøkur verða skaptar umvegis sjógvin. Og tí er eftirspurningurin eftir at leiga skrivstovuhøli í Sjóvinnuhúsinum longu stórur ??? hóast bygningurin ikki verður endaliga liðugur fyrr enn á sumri 2015. Tá hava fyritøkur innan eitt nú oljuvinnu, offshore, aling og gransking, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi og KT-menning til sjóvinnu møguleika at húsast undir somu lon. 

Kelda: tosrhavn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder