JN

Nakað færri løntakarar í 2013

...

2014-02-18 18:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í 2013 vóru 23.636 løntakarar. Hetta eru 44 færri enn í 2012, og svarar afturgongdin til 0,2%. 
Í tíggjuáraskeiðnum 2004 til 2013 hava fýra tey seinastu árini verið tey lakastu, har 2011 náddi botnin. Frá 2012 til 2013 var at kalla ongin broyting, og framvegis eru tað yvir 2.000 færri løntakarar í mun til besta árið, sum var 2007.


Í fiski-, ali- og aðrari ráevnisvinnu er gongdin óstøðug. Í 2011 var stór afturgongd sum partvíst bleiv vunnin innaftur í 2012, men í 2013 var aftur minking, og vóru 133 færri løntakarar í mun til árið fyri. Tilsaman vóru tað 3.876 løntakarar í fiski- og alivinnuni.
Í byggivinnuni vendi gongdin í 2013 og var tað fyri fyrstu ferð í 6 ár framgongd. Í byggivinnuni vóru 3.006 løntakarar í 2013, og tað eru 96 fleiri enn árið fyri. Frá 2007 til 2013 fóru umleið 950 løntakarar úr byggivinnuni.
Privatu tænastuvinnurnar høvdu framgongd annað árið á rað.  Í 2013 vóru 7.996 løntakarar, sum eru 149 ella 1,9% fleiri enn árið fyri. 

Almennar tænastur høvdu afturgongd. Seinnu árini hava tað verið um 8.800 løntakarar innan almennar tænastur, men í 2012 var tað heilt uppi á 8.914, og nú í 2013 fall tað niður á 8.758. Minkingin er 156 løntakarar ella 1,8%


 

Einans nevnisverdur vøkstur í Streymoyar sýslu
Tað var afturgongd í flestu sýslum í 2013, undantikið Norðoya sýslu, har ein lítil framgongd var, og í Streymoyar sýslu, har tað vóru 97 løntakarar fleiri enn í 2012. 
Størsta afturgongd í tali var í Eysturoyar sýslu, har tað minkaði við 72 løntakarum. Størsta afturgongdin í prosentum var í Sandoyar sýslu, har afturgongdin var 4,7%.


Tey gomlu hava framgongd og tannáringar
Gongdin í aldursbólkum er ymisk, men serliga týðiligt er, at stóru aldursbólkarnir 25-39 og 40-54 minkaðu við 100 løntakarum hvør. Hinvegin var vøkstur í eldra endanum, og fyri pensjónistar vóru tað fyri fyrstu ferð yvir 1.000 løntakarar í árinum.
Ein orsøk at broytingar eru í aldursbólkunum er, at fólkatalið broytist tilsvarandi í aldursbólkunum, men tað er ikki øll frágreiðingin. Í aldursbólkunum 25-39 og 40-54 minkaði fólkatalið tilsamans við 50 fólkum, meðan tað vóru 200 færri løntakarar.


10% færri í fiskavøruídnaðinum
Tá sæð verður burtur frá teimum smærri vinnugreinunum, har tað gongur skjótt hvønn vegin, so var størsta framgongdin í fjør at finna í skipasmiðjum o.l. Í 2013 arbeiddu 578 fólk í smiðjunum, og tað vóru 55 fleiri enn árið fyri, ein framgongd á meir enn 10%. Størsta framgongd í tali var í stóru vinnugreinini handil og umvæling, har tað vóru 3.032 løntakarar í 2013, 152 fleiri enn árið fyri og ein framgongd á 5,3%.

Størsta afturgongdin í fjør var í fiskavøruídnaðinum. Tað vóru 1.240 løntakarar  har í 2013, og tað er 139 færri enn undanfarna ár, ein afturgongd á 10,1%. Størsta afturgongd í tali var í heilsu- og almannaverkinum. Í 2013 vóru tey 3.404 í starvi har, og tað var 174 færri enn árið fyri. 



Ársuppgerðin 
fyri løntakarar eru tølini fyri november, tá hildið verður, at ávirkan frá frítíð o.l. er sum minst.

Løntakarar: hugtakið løntakarar er hagtalsliga skilmarkað soleiðis, at har eru íroknað øll fólk í aldrinum 16 til 74 ár, sum hava eina lønarinntøku upp á minst eina dagsløn um mánaðin sambært samtíðarskattaskipanini.


Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder