2013-10-23 03:24
Næraberg siglir inn við 2.000 tonsum av sild. Næraberg byrjaði fiskiskap í føroyskum sjógvi norðanfyri, sildin flutti seg norðuryvir - norður í altjóða sjógv - har teir fiskaðu teir seinastu dagarnar. Tá ið teir vóru longst norðuri, vóru teir á 65,46N.
Næraberg fer fyrst á Fuglafjørð at bunkra, teir verða á Fuglafirði kl. 2 í nátt.
Í morgin verður farið á Kollafjørð, har veiðan verður landað, teir byrja at landa kl. 10 í morgin.
Manningin telur 35, harav eru tveir ungir dreingir í starvsvenjing, frá Nærabegi verður sagt, at teir ungu dreingirnir eru avbera raskir og hartil hugagóðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald