2016-10-04 21:43
Næraberg siglir inn við 2.000 tonsum av heilfrystum makreli, sum teir skulu landa í Kollafirði. Næraberg verður á Kollafirði seinnapartin í morgin.
Teir hava roynt norðanfyri, heilt norður ímóti markinum, tað er góður makrelur teir hava.
Næraberg hevur nú fiskað alla makrelkvotuna - skiparin John Leif Joensen sigur, at tá ið teir fara nýggjan túr, tá verður tað á svartkjaftaveiðu, men fyrst skal skipið á beding, fyri at gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald