2018-11-26 08:32

Næraberg, sum hevur verið til svartkjaftafiskiskap í føroyskum sjógvi - eystanfyri, kom á Kollafjørð seint í nátt við 2.750 tonsum av heilfrystum svartkjafti, sum teir landa í Kollafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir søgdu at fiskiskapurin fyrst á túrinum var smáligur, men tað hevði tikið til alla tíðina, og nú var góður fiskiskapur.
Tað eru nógv skip stødd eystur úr Føroyum, bæði føroysk, grønlendsk, íslendsk og ES-skip.
Veðrið hevur verið gott hendan túrin.
Manningin telur 41.
Næraberg fer nýggjan túr seint týskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald