Vinna

Næraberg kemur á Kollafjørð á middegi í morgin

...

2018-03-29 22:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg er á veg heim við fullari last - 3.250 tons av heilfrystum svartkjafti.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan við skiparan Lion Petersen, Lion plagar at verða skipari á Norðingi, men hevur hendan túrin loyst av á Næraberg. Næraberg byrjaði túrin 10. mars, teir hava roynt bæði í altjóða og ES-sjógvi, tað seinastu tíðina vestur úr St. Kilda. Í kvøld vaska teir skipið. Lion segði, at veðrið var gott á leiðini har teir vóru staddir, hann roknar við at koma á Kollafjørð um middagin í morgin.

Leygardagin verður landað í Kollafirði, teir byrja tíðliga leygarmorgunin og landa til seint leygarkvøldið, tað íð eftir verður, verður landað fyrrapartin týsdagin. ??tlanin er at fara nýggjan túr týskvøldið.

Tað eru 41 mans við Næraberg hendan túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder