Vinna

Næraberg hevur fiskað góð 30.000 tons í ár

...

2013-12-13 20:41 Author image
placeholder

 Næraberg er áveg inn av 17. túri í ár, Næraberg hevur í ár fiskað góð 30.000 tons.

Næraberg hevur fulla last nú teir koma inn, góð 1.900 tons av heilfrystum svartkjafti, sum teir hava fiskað einar 90. fj. suður úr Føroyum.

Næraberg verður á Kollafirði um 18-19-tíðina í kvøld.

Manningin telur 29, skipari er John Leif Joensen.

Skiparin sigur, at teir nú eru liðnir fyri í ár. Tá ið liðugt er at landa, fara teir á Skáa, har fólk frá Skipasmiðjuni Mest skal gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder