Vit hava í dag tosað við skúlastjóran við Skúlan á Giljanesi - Annbritt Toftegaard, sum er fegin um, at tveir næmingar frá skúlanum á Giljanesi eru valdir at luttaka á Ungdómstinginum á Christiansborg tann 29. januar í ár.
Tað eru genturnar Nikolina Ravnsfjall og Kristina Nattestad úr 7.B, sum hava arbeitt saman um eitt uppskot, sum er sent Fólkatinginum, teirra uppskot var millum fleiri enn 700 onnur uppskot, úr Danmark, Grønlandi og Føroyum.
Flokkurin hjá teimum hevur í heyst arbeitt í samtíð við uppskotum at senda inn til Fólkatingið. Ingi Wiberg undirvísir í lærugreinini samtíð. 7.b hevði í heyst vitjan av Sjúrða Skaale fólkatingsmanni. Hann greiddi frá, fólkatingsarbeiði, hvussu politiskt arbeiði eru skipað, og um hvussu eitt broytingar uppskot verður tilevnað við arbeiðsbólkum og ráðgevum. Við hesum í skjáttuni arbeiddi 7. flokkur við uml. 16 uppskotum, harav 5 uppskot vórðu send inn.
Tað verða 60 bólkar við hvør sínum uppskoti við til ungdómsting á Christiansborg, 58 uppskot úr Danmark, 1 úr Grønlandi og 1 úr Føroyum sluppu ígjøgnum nálareygað.
Í januar mánaði skulu bólkarnir arbeiða saman yvir netið, har tey skulu minka um innkomnu uppskotini, so tað verða uml. 24 broytingaruppskot, sum endaliga enda til viðgerðar í Fólkatinginum.
Tiltakið verður stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá Fólkatinginum mánadagin 29.januar. So um áhugi er ber til at fylgja við.
Samtíð er nýggj lærugrein í fólkaskúlanum í ár. Rigmor Dam landsstýriskvinna tók avgerð um, at lærugreinin skuldi inn um skúlagátt til skúlaárið 2017/2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald