JN

Myndir: SAS brúkti eitt Airbus a320neo flogfar í dag

...

2017-10-06 20:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Síðani SAS í vár byrjaði at flúgva uppá Føroyar, hava tey havt stórar trupuleikar at lent á flogvøllinum í Vágum, og í tí sambandi royndi SAS í dag at brúka eitt Airbus a320neo flogfar. Sambært vp.fo so er ætlanin er brúka hesi flogfør framyvir tá ið flogið verður uppá Føroyar.

SAS fekk sítt fyrsta a320neo flogfar í fjør, og hevur í árslok í ár 15 av slagnum í teirra flota. Tað serliga við hesum flogførunum hjá SAS er, at tey hava somu útgerð ið Atlantic Airways brúkar, og tí kunnu vit vænta okkum færri avlýsingar frá SAS í framtíðini.

Í fjør royndarfleyg Lufthansa við einum a320neo flogfarið, sí filmsbrot her.

Airbus royndarfleyg eisini við einum a321neo flogfarið í Vágum í fjør, sí filmsbrot her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder