Mentan

Myndir: Hugleiðingar um læknastríðið

...

2018-02-21 17:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klaksvík: Í gjárkvøldið hugleiddi Arnstein Niclasen, rithøvundur um læknastríðið í Klaksvík, sum vardi frá 1952-1956 ??? hetta við støði í bókini ???Herskin herðindi???, sum hann hevur skrivað.

Sí myndirnar her.

Hann byrjaði varðisliga við hugleiðingum um skúlatíðina og tíðina undan læknastríðum. Eisini um, at klaksvíkingar og norðoyingar annars høvdu havt eitt líðandi læknaskifti, sum hevði skapað óró og ótta árini frammanundan, Halvorsen kom.

Halvorsen var virkin og dugnaligur lækni, men samstundis sum stríðið tók seg upp um hansara vantandi limaskap í Læknafelagnum, skerdi tað hansara virkismøguleikar í longdini.

Embætisverkið og rættarskipanin annars kring støðuna, sum tók seg upp um Halvorsen, metti Arnstein ikki at virka til fullnar. Hann nevnd dømi um ???óskildugar??? persónar, sum hann metti stóðu á skeiva stað í skeivum tíma, ið so fekk ógrundaðar fylgir fyri teir.

Onkur, sum var erligur í frásagnum mótvegis myndugleikunum fekk straff, meðan teir, sum ???ikki mintust ella vistu??? fingu ongan straf ??? So Arnstein helt, at rættarskipanin og ??? trygdin var nokk so tilvildarlig.

Arnstein tók saman um, at stríðið kundi serliga knýtast til, at klaksvíkingar tóku sakina í egnar hendur og vildu hava ein væl virkandi lækna at halda fram og tað skuldi eingin myndugleiki, hvørki føroyskur ella danskur, taka læknan frá teimum.

Maktin og ábyrgdin

Til seinast las Arnstein upp úr greinastubba, hann hevur skrivað um hetta sama:

???Kjarnin í læknastríðnum er, at talan er um tveir bólkar. Annar hevði maktina - og tí eiga vit at krevja mest av hesum bólkinum. Og í hesum bólki eru fyrst og fremst teir donsku embætismenninir, ríkisumboðsmaðurin og landslæknin, sum avgerandi persónar á vágskálini. Og aftan fyri teir - tað beiska, danska læknafelagið.

Í hinum bólkinum eru fyrst teir sjey menninir, sum í maktarloysi skipaðu fyri einari adressu til frama fyri ta áralongu, miseydnaðu heilsurøktina í Norðuroyum. Hesir vóru: Jóan Pauli Steinberg, Georg Nolsøe, Jens Sofus Isaksen, Viggo Joensen, ??la Jákup Jacobsen, Páll Róland Poulsen (sum enn er á lívi) og Fischer Heinesen, sum bleiv valdur til framsøgumann teirra.

Sama maktarloysi kendu teir, táið teir seinni demokratiskt blivu valdir til at leiða kommunustýrið í Klaksvík: Richard Jacobsen, formaður, Viggo Joensen, ??la Jákup Jacobsen, Pól Skarðenni og Poul Jacob Olsen ??? og tað sama máttloysi kendist, hóast at ein teirra, Richard Jacobsen, bleiv valdur í løgtingið. So framúr skiparar fleiri og álitismenn allir samlir.

Við eitt lítið vet av proportiónssansi og situatiónsfornemilsi frá myndugleikanna síðu ??? hevði als einki læknastríð komið fyri. Men skilið var bara ikki til staðar???.

Eftir framløguna hjá Arnstein vóru onkrar viðmerkingar úr salinum, har m.a. Jógvan Ravnsfjall vísti á, at bæði í bókini hjá Líggjas í Bø og hjá Arnstein Niclasen verður sagt, at til fundin ??ti í Grøv vóru millum 2-3000 fólk til staðar ??? sama á kaiini, tá ið Fischer koma aftur úr fangatyppi. Hetta helt Jógvan ikki vera rætt, tí teir høvdu talt á myndum frá hesum tiltøkum, og vóru komnir eftir, at kanska nærri 600 fólk vóru til staðar.

Poul Havn vísti á, at tað var ørkymlandi og hóttandi at vera ungdómur, tíðarskeiðið, læknastríðið vardi. Tó at pallurin var Klaksvík, so mundu leikirnir og leiktjøldini helst verða smíðað í Tórshavn, helt hann fyri.

Læknastríðið hevði eisini ein negativan vinniliga týdning fyri Klaksvík, sum annars var væl fyri í so máta, legði hann afturat.

Aftaná varð boðið til ein kaffimunn til tey 80 fólkini, sum vóru komin saman til tiltakið, og nógv var at práta um í ymsu krókunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder