2021-07-01 22:53
Sløkkiliðið í Vága kommunu og Vága kommuna, hava í kvøld saman skipað fyri einum stórum familjutiltaki, inni á keiini við brandstøðina.
Nógv fólk vóru møtt við brandstøðina.
Skipað var fyri eini stafett kapping fyri alla familjuna, børn og vaksin - barnsligar sálir, har ymiskar uppgávur har vatn og skúm verður brúkt, skulu loysast.
Ein stórt økið var hegnað av og fylt við skúmi at sparka bólt á. Hans Ravnsfjall sang nakrar sangir. Sløkkiliðið grillaði pylsur.
Sløkkiliðið hevur stóran týdning fyri kommununa, og tað hevur eisini týdning at børn síggja og læra um sløkkiliðið ímeðan tey hugna sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald