JN

Nýggja MAGN-støðin í Miðvági klár um eina viku - myndir

...

2014-03-25 04:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað hevur gingið avbera skjótt við byggjan av nýggju MAGN-støðini í Miðvági. 

Tann 9. januar í ár var gamla støðin tikin niður - Myllan - og longu 18 januar varð nýggjur bygningur reistur.

Vit tosaðu við leiðaran á MAGN-støðini í Miðvági - Rúnu á Argjaboða - í kvøld, hon segði, at ætlanin er at taka nýggju MAGN-støðina í Miðvági í brúk 1. apríl. Víðari segði hon, at í dag hava tey fingið alt innbúgvið, sum verður á nýggju støðini. Rúna segði, at tað verður munandi størri úrvæl, tá íð nýggja MAGN-støðin letur upp týsdagin 1. apríl.

Myndir tiknar í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder