Mentan

Mykinesryssan

...

2020-08-13 09:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroysk Ross: Gunnvá Jónsdóttir, úr Bø, skrivar:


"Tá eg var barn áttu vit eina ryssu, sum æt Mykinesryssan. Babba, Jón Joensen, fortaldi, at Jógvan í Ábramstovu átti ryssuna, og hann spurdi Jógvan um ryssuna.

Jógvan var beinasamur, og játtaði, at hann kundi fáa ryssuna.

Hann tók av, hóast møguleikar, at fáa fyl, undan 27 ára gamlari ryssu, ikki vóru teir bjartastu. Men hetta mátti roynast.

Súlan sigldi í rutu til Mykinesar.

Ryssan varð leidd inn á dekkið á Súluni, og í fagrasta veðri sigld inn til Sørvágs, har hon við kranabili hjá "Djóvinum", varð lyft upp á keiina.

Ryssan var reyð við ljósum faksi. Hon varð nevnd Mykinesryssan og fekk 3 fyl.

Tá Mykinesryssan var í Mykinesi, æt hon Liselotta

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder