
Tað eru bert tveir mánaðir til 1. mai, tá ið siglingin til Mykinesar eigur at byrja, men enn eru ongar ætlanir fyri mykinesleiðina.
Freistin at bjóða upp á leiðina var 1. februar. Men tá ið freistin var farin, hevði Strandferðslan bara fingið eitt boð, og tað var frá felagnum, ið røkti siglingina frammanundan. Men hetta boðið góðtók strandferðslan ikki.
Tí hongur mykinesleiðin enn í leysum lofti!
Fólk og vinna eru ørkymlað og vita ikki, um tey eru keypt ella seld! Verður tað loftvegis sambandi við tyrluni, ið tekur 15 ferðandi, ið verður álitið í summar hjá mykinesfólki, teimum mongu ferðagestunum og teimum, ið hava tilknýti til oynna annars?
Fyri nøkrum árum síðani varð rutusiglingin ímillum Sørvág og Mykines útveitt til privat at røkja, og síðstu fimm árini hevur privatur veitari røkt siglingina við Jósupi, ið tekur nærum 90 ferðandi og er bygdur serskilt til mykinesleiðina.
Eingin bátur í landinum er so væl egnaður til siglingina, og bæði Strandferðslan, mykinesfólk og ferðafólk hava verið stak væl nøgd við siglingina hjá Jósupi. Veitarin hevur veitt eina góða tænastu og fingið tað at borið til.
Sáttmálaskeiðið er úti á hesum sinni. Talan var um ein fimm ára sáttmála, men við møguleika at leingja hann í tvey ár. Tað var ikki gjørt.
Tað er undranarvert og skilaleyst, at Samferðslumálaráðið og Strandferðslan ikki longdu sáttmálan í nóg góðari tíð, tá ið tað var greitt, at eingin onnur og betri loysn var funnin.
Harnæst er tað fávitskut av teimum at billa sær inn, at undanfarni veitari í skundi og gleðiliga fór at bjóða upp á og góðtaka nýggja útbjóðingartilfarið, har treytirnar eru so mikið nógv broyttar og strangari.
Vælsignaðu tit, ið eiga at skipa fyri. Latið ikki óvissuna ráða, men gerið skjótt av at finna loysnina! Man tað ikki enn bera til at leingja gamla sáttmálan við smápartafelagið Mykines?
Sørvágs kommuna
Aimé Jacobsen, borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald