Politikkur

Musikkskúlin verður bygdur við Landavegin

...

2014-05-26 13:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavn.fo skrivar:

Málið um staðseting av Musikkskúlanum varð tikið upp til nýggja viðgerð, tí semja var ikki um staðsetingina. Víst varð á aðrar staðsetingarmøguleikar í Havn enn í Sortudíki, sum býráðslimir hildu fara at gerast ov kostnaðarmikið.

Ein meiriluti í mentanarnevndini heitti tí herfyri á býráðið um at broyta staðsetingina av Musikkskúlanum frá Sortudýki til Landavegin

Meirilutatilmælið í mentamálanevndini varð einmælt samtykt í gjárkvøldið. Nýggi Musikkskúlin kemur sostatt at liggja í risastóra skúlaumhvørvinum heimanfyri skúladepilin við Marknagilsvegin og tætt við nýggja Vesturskúlan, sum kemur at liggja uttari við Landavegin.

Myndin vísir fremst planeraða grundøkið, har Musikkskúlin nú er staðsettur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder