Mentan

Musikkskúlin í Vágum hevur útikonsert á Stakka

...

2020-10-05 09:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin týsdag6 oktoberkl 1700 fer Musikkskúlin í Vágum at hava útikonsert.

Á hesi konsert verða tað einans bólkar sum koma at luttaka og eru tað lærararnir sjálvir sum hava mannað bólkarnar við nøkrum av sínum egnu næmingum.

Tess vegna er skráin mannað við hesum bólkum : Klaverduo, Messingbólkur, Saxofon/Klarinett bólkur, Guitarbólkur, Floytabólkur ogSlagverksbólkur.

Um verðrið er til vildar verður útikonsertin á Stakka í Sørvági og um tað skuldi farið at regna so verður farið inn í Gamla Skúla at hava konsertina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder