Vinna

Munagóð eftirlit betra um arbeiðsumhvørvið í byggivinnuni

...

2018-04-18 13:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Munagóð eftirlit betra um arbeiðsumhvørvið í byggivinnuni

Síðan 2015 hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt málrættaðar eftirlitsvitjanir í byggivinnuni, har serligur dentur m.a. er lagdur á eftirlit við byggipallum, tøkniligum hjálpartólum og vandanum fyri at detta niður í sambandi við arbeiði í hæddum. Staðfestir Arbeiðs- og brunaeftirlitið manglar í mun til arbeiðsumhvørvi, verða boð givin um at fáa manglarnar í rættlag.

 

Málið hjá myndugleikanum er, at øll byggipláss skulu vitjast minst eina ferð.

 

Hagtølini vísa ein greiðan samanhang millum málrættaðu eftirlitsvitjanirnar og batar í arbeiðsumhvørvinum:

·         Í 2015 vóru 93 eftirlit gjørd og 479 boð givin.

·         Í 2016 vóru 115 eftirlit gjørd og 261 boð givin.

·         Í 2017 vóru 93 eftirlit gjørd og 127 boð givin.

Lítil ivi er tískil um, at eftirlitini seinru árini hava eina jaliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið í føroysku byggivinnuni - og at støðið áhaldandi batnar. 

 

 


 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder