Vinna

MRCC: Roynið DSC-in

...

2014-01-20 14:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinasta ár gjørdi Tórshavnradio eina brúkarakanning millum skip undir Føroyum. Kanningin varð gjørd á tann hátt, at manningin á Tjaldrinum og Brimli, sum fór umborð á fiskiskip til fiskiveiðieftirlit, hevði eitt spurnarblað við sær umborð. Spurnarblaðið bleiv so svarað av skipara ella stýrimanni meðan fiskiveiðieftirlitið var umborð. Hetta riggaði sera væl, og Tórshavnradio fekk nógv svar og afturmeldingar.

Eitt sum bleiv spurt um, var um DSC uppkall varð gjørt fyri at royna DSC-in. Av teimum spurdu var tað einans helvtin, sum segði seg royna DSC-in. Og tað er spell. Kaj Vágfjall, frá Fjarskiftiseftirlitinum sigur í einari viðmerking, at tað er eitt krav, at sendi útgerð verður roynd við jøvnum millumbilum.
Og hvussu verður so ein DSC testaður ? Tað hevur ikki nógv upp á seg. Men eitt er umráðandi, -sera umráðandi ! Og tað er at ein ikki kemur at trýsta á neyðknøttin ella á góðum føroyskum Distress knøttin. Hann er vanliga eyðsýndur og skal vanliga haldast niðri nøkur sekund. Men tá verður neyðarkall sent út og tað er sjálvandi ikki ætlanin.
Mannagongdin er at kalla á Tórshavnradio á rás 16 ella á viðkomandi arbeiðsrás og siga frá at ætlanin er at royna eitt DSC uppkall. Síðan skal DSC nummarið hjá Tórshavnradio, 002311000, skrivast í DSC eindina á VHF-inum og so trýstast á Send. Allir VHF-ar eru ikki eins, men hetta er mannagongdin í høvuðsheitum.
So tað er bara at fara í gongd. Vakt er á Tórshavnradio dag og nátt, so tað er bara at kalla.

Edvard Bjarnason
settur leiðari
MRCC Tórshavn / Tórshavnradio

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder