JN

Møti umborð á Ennibergi

...

2014-03-05 01:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Trúbodin.fo: 

Søguna sig mær um Jesus, orðið at hjarta mær før,
sig mær ta søgu so dýra, boðskapin besta á jørð!???

Soleiðis rungaði sangurin umborð á Ennibergi sunnukvøldið kl.19., meðan skipið sigldi við kós móti Barentshavinum. At vitja føroysku trolararnar í Barentshavinum er ein ætlan, sum Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, hevur gingið við í longri tíð.Torleif hevur fleiri ferðir fyrr vitjað skip, sum hava verið til fiskiskap. Nú ætlar og vónar hann at fáa nakrar dagar umborð á hvørjum trolara, sum fiskar í Barentshavinum. Teir eru Enniberg, Akraberg, Sjúrðarberg og Gadus.

Seks sangir vóru sungnir, við undirspæli á harmoniku frá Juel. Torleif tosaði,  ??rvur hevði vitnisburð og Hans Olav endaði. Seinasti sangurin var:

???Jesus kæri, før tú meg hagar, ódn ei finnur veg!
Før mítt lítla far um hav til tað land, tú frelstum gav!???

Ein løta við góðari uppmøting, sum vónandi var monnunum til signingar og Gudi til æru.

Sí, myndirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder