JN

Mótasýning á Giljanesi

...

2013-10-16 04:17 Author image
placeholder

Tíðindaskriv:

???Leygarkvøldið 26. oktober 2013 kl. 19.30 verður høllin á Giljanesi karmur um stórt tiltak við mótasýning, matsølu og konsert.

Hesar fyritøkur luttaka á mótasýningini: John Poulsen, Sorella, Frítíðarklæðir, Pastell, Sirri, FixIt og Salong Midway.

Nest og Hotel 62n hava matsølu. Á konsertini framføra Tórfríð og Holgar og Blátt Gras.

Orkis pyntar høllina.

Atgongumerkini fáast fyri kr. 200 í forsølu hjá Sorella og Pastell, ella við dyrnar fyri kr. 220, og mugu gjaldast í reiðum peningi. Sølan av atgongumerkjum er byrjað.

Kolibri.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder