Mentan

Mold á Okkara Voxbotn 20/21

...

2021-08-12 19:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Eftir fleiri á í dvala, trína teir aftur á pall. 90´ara fenomenið Mold verða at hoyra á Okkara Voxbotn 20/21. Mold var meira enn ein tónleikabólkur.Mold var ein mentan!
Fyrireika teg til eitt risa rokkshow, tá Mold skrúva forsterkarnar for frá og blása feitan rokk út yvir fjøldina.

Vit gleða okkum til eina villa løtu, tá Mold aftur fer á pallin til á Okkara Voxbotn fríggjadagin 20. august. Frammanundan er longu greitt, at tað verður ein røð av framúr tónleiki at hoyra á Okkara Voxbotn. Millum onnurRobin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Hanne Boel, Sanne Salomonsen, Sam Feldt, Christopher, Signar & John og Swangah fara at framføra á konsertdøgunum 20. og 21. august.

Voxbotn nærkast í hvørjum

Nú er bert góð vika til pallarnir verða uppsettir, og atgongumerkini ganga sum heitt breyð. So tað ræður um at gera skjótt av, um tú skal uppliva mongu tónleikaligu plettskotini á Okkara Voxbotn 20/21.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder